Tað var Vágs kommuna, sum slóðaði fyri at byggja tær tíggju smátturnar í hugnaliga umhvørvinum við Laksá í Vági. Kommunan syrgdi fyri økinum og planeringini, og síðan eru tað privatir, sum eiga smátturnar.
- Eigararnir noyddust tó at ganga undir nakrar treytir, sum kommunan setti, eitt nú um útsjónd, lit og útleigan.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, sigur, at allar smátturnar nú standa uppi, harav átta eru púrasta lidnar og vera leigaðar út.
- Farið er undir at gera tær báðar seinastu lidnar, og hin tíggjunda smáttan verður bygd soleiðis, at fólk við likamligum tarni hava lætta atgongd.
Tað er Visit Suðuroy Vágur, sum leigar smátturnar út til ferðafólk, og øll eru vælkomin at leiga seg inn her.
- Hvør smátta er 42 fermetrar stór. Her eru tvey kømur við tveimum sengrum í hvørjum kamari. Uppi á hemsini eru eisini tvær sengur. Køkur og stova eru í einum, og í smáttunum er sjálvandi eisini wc og bað.
Borgarstjórin vísir á, at á økinum við smátturnar, sum er gyrt inni, er eisini sauna og heitur pottur, og her er ókeypis internet.
- Við nýggju smáttunum hava vit í Vági nú fingið 60 seingjarpláss aftrat til ferðavinnuna. Kommunurnar leiklutur var bara at finna eitt egnað økið og at gera økið byggibúgvið.
Dennis Holm leggur aftrat, at nú kunnu familjur, vinir ella kenningar eisini ferðast saman í Vági og búgva í smáttunum.
- Tað hevur ofta verið trupult at finna innivist, tá farið verður út í størri ferðaløgum, men hetta er nú ein góður møguleiki í smáttunum í Vági, sigur hann.