60 metrar av tunli um vikuna

- Arbeiðið at spreingja nýggju goymslutunlarnar í Fuglafirði gongur eftir ætlan, sigur Havsbrún.

- Arbeiðið at spreingja nýggju goymslutunlarnar í Fuglafirði gongur eftir ætlan.

 

Tað veit Havsbrún at siga í dag.

 

Víst verður á, at seinasta fríggjadag vóru 115 metrar sprongdir út av tí ytru høllini - og 100 metrar av tí innaru høllini, sí viðheftu mynd.

 

- Sprongt verður tvær ferðir um dagin. Fyri hvørt skotið koma vit fimm metrar inn í fjallið, og soleiðis verða 10 metrar av tunli gjørdir um dagin.

 

Havsbrún veit at siga, at arbeitt verður í seks dagar um vikuna, og við tveimum skotum um dagin verða 60 metrar av tunli gjørdir um vikuna.