Fram til mikudagin var eitt av eyðkennunum á Sonfelli tvær gittarmastrar og tveir radarar. Men framyvir verður bara ein mastur at síggja á Sornfelli. Tann 60 metrar høga masturin er tikin niður og verður skorin sundur.
Masturin hevur síðani hon varð sett upp í 1985 verið brúkt til ymsar radioantennur, sum ahva verið brúktar í hernaðarligu samskiftisketuni í sambandi við eftirlitið av loftrúminum, nevnt UKADGE.
Tað er firmaið YIT, sum stendur fyri arbeiðinum at taka jarnmasturin niður og beina burtur káplar o. a. og komandi dagarnar verður masturin skorin sundur í smærri stykki og beint burtur sum gamalt jarn.
Við burturbeiningini av mastrini og antennunum er síðsta operativa NATO útgerðin í Føroyum bein burtur, og hernaðarliga uppgávan, sum byrjaði 16. august í 1963, er nú endað, skrivar Færøernes Kommando. Myndirnar hevur C. Thomsen tikið.











