Seinasta freist at bera uppskot á løgtingsskrivstovuna, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni – tað vil siga fyri ólavsøku, var í dag.
Hesi uppskot verða nú kannað á løgtingsskrivstovuni, áðrenn tey verða løgd fram, tá framløgufreistin verður 7. mars. Men fyri at kunna leggja tey fram 7. mars, so skuldu tey handast løgtingsskrivstovuni í seinasta lagi í dag kl 14.
Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði á Rás2 við Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann.