60 kvinnur hava verið á heminum hjá Miu

20 kvinnur hava búð á kvinnuheiminum hjá Jimmia hetta fyrsta árið. 60 kvinnur hava fingið hjálp av ymsum slag.

 

Mia Jacobsen Kagotho hevur verið í Føroyum í eitt gott ár í samband við barnsburð og barsil, men 1. juli liggur leiðin aftur til Kenya. Í 2012 tóku hon og maðurin stig til at stovna ein hjálparfelagsskap fyri kvinnur í Kenja, Jimmia, og í 2015 settu tey á stovn eitt kvinnuheim í Nakuru, har vesturi í Kenja. 28. mai skipa tey fyri loppumarknaði til frama fyri kvinnuheimið, har hvør króna fer til kvinnuheimið.

- Í 2014 høvdu vit eitt tiltak í Perluni, har vit samlaðu pening at byggja heimið. Nú tørvar okkum pening at reka heimið, sigur Mia Jacobsen.

 

Jimmia arbeiðir millum kvinnur í fátækadømi í Kenja. 70 prosent av kvinnunum í Kenja liva undir fátækamarkinum og Mia Jacobsen sigur, at hesar kvinnurnar eru at líkna við eina tvøgu í hugaheiminum hjá kenjiskum monnum.

- Tær vita ikki um síni rættindi sum kvinna. Maðurin fer við teimum, júst sum hann vil. Tá hann vil liggja við teimum, vita tær ikki, at tað er neyðtøka, um tær siga nei. Kvinnurnar fáa ofta fimm, seks børn, tí tey nýta heldur ikki nakra fyribyrging. Menninir nýta ofta peningin til rúsdrekka og koma síðani heim og buka bæði børn og konu, sigur Mia Jacobsen.

 

Tørvur er tí stórur á einum kvinnuhúsið, sigur Mia Jacobsen og vísir eisini á lagnuna hjá teimum mongu kvinnunum, sum verða neyðtiknar.

- Tær vera útstoyttar, tí nú eru tær skitnar. Vera tær við barn av neyðtøkuni hava tær ongan at venda sær til, tí familjan vil ikki kennast við tær longur. Vit ynskja tá at bjóða teimum ein møguleika, eitt heim, har tær kunnu koma og fóta sær aftur, sigur hon.

 

Hetta fyrsta árið, sum kvinnuheimið hevur verið opið, síðani 6. mars 2015, hava 20 kvinnur búð á heiminum. Í løtuni búgva seks kvinnur á heiminum og Mia Jacobsen sigur, at tað er ymiskt, hvussu leingi kvinnurnar búgva á heiminum.

- Onkrar búgva leingi á heiminum, serliga um tær eru vorðnar við barn eftir neyðtøku, meðan aðrar bara eru hjá okkum í styttri tíð, meðan tær finna heim eftur til foreldur síni, sigur hon.

 

Sjey fólk starvast á kvinnuheiminum, øll úr Kenja, sosialráðgevi, hjálparfólk, vaktarfólk og bókhaldari.

- Vit bjóða teimum eitt friðskjól, eitt stað, har tær kunnu vera tryggar. Tær fáa sálarliga ráðgeving frá okkum og læknahjálp, og annars royna vit at halda teimum í gongd. Tær hjálpa til við matgerð og gera ymiskar smálutir, sum vit síðani selja, sigur Mia Jacobsen.

 

- Umframt tær seks á heiminum, hava vit 60 kvinnur, ið búgva uttan fyri heimið. Vit royna so at nøkta teirra tørv eisini, vit hjálpa við mati, vatni, læknahjálp og heilivági. Summar teirra hava AIDS, og vit royna so at hjálpa teimum við teirra avbjóðingum, sigur Mia Jacobsen.

 

Til ber at fylgja arbeiðinum hjá teimum á www.facebook.com/jimmia.org.

 

Í Vikublaðnum, sum kom út í hvørt heim mánadagin, ber til at lesa um hvussu Mia Jacobsen Kagotho av fyrstan tíð kom til Kenja og hvussu hon fekk eftirnavnið Kagotho.