Peningurin er ein stuðul til luttøkugjaldið hjá teimum til eitt tiltak saman við "kanserramte børn", sum verður í Danmark í september 2004.
Fyri Kiwanis-Tórshavn handaði formaðurin, Øssur av Steinum, ein gávukekk upp á 44.000 krónur, og fyri Kiwanis-Rósuna handaði forkvinnan, Anna Østerø, ein gávukekk upp á 16.000 krónur.
Handanin fór fram í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum.
Endamálið hjá Kiwanis felagskapinum er at hjálpa ? fyrst og fremst børnum.









