X-FACTOR
Ráðhúsplássið, Keypmannahavn: Finalan nærkast av álvara. Kappingin, sum umleið tvær milliónir hyggjarar hava fylgt á DR1 hvørt fríggjakvøld seinastu vikurnar, er um at vera av. Stóra slagið verður um tríggjar dagar. Tá fellur avgerðin, hvørt tað verður Alien Beat Club, Muhamed ella Linda, ið vinnur X-Factor 2009.
Í gjárkvøldið varð hitað upp til stóra finalukvøldið. 60.000 áhoyrarar bíðaðu spentir, tá klokkan gjørdist sjey. Longu klokkan fýra vóru eini 1000 fólk savnað á Ráðhúsplássinum, so bestu plássini frammanfyri stóra pallin fóru tíðliga.
Hesi 1000 fólkini komu tó at bíða í nærum hálvan fjórða tíma, tí klokkan nærkaðist hálvgum átta, áðrenn fjøldin fekk stjørnurnar at síggja og hoyra.
Hoyra er tó kanska í so nógv sagt, tí fyrstu sekundini av fyrsta lagnum hjá Alien Beat Club hoyrdist røddin hjá sangarunum als ikki, og tað var ikki fyrr enn, at Linda og Muhamed høvdu verið á pallinum eisini, at ljóðið á sjálvum Ráðhúsplássinum kom ordiliga upp á pláss. Heima í stovunum kring land og ríkið – skilst – at ljóðið ongantíð var nakað at reypa av.
Á Ráðhúsplássinum sveik myndin á stórskýggjanum eisini fyrstu løtuna av konsertini, so mongu børnini og hálvvaksnu ungdómarnir høvdu serstakliga trupult at síggja, hvussu leikur fór fram á sjálvum pallinum.
Sum á ólavsøku
Tað ráddi eisini um at vera vakin og ikki spilla tíðina, meðan luttakararnir vóru á pallinum. Tveir sangir hvør og eitt felagseykanummar. Tilsamans ein lítil hálvur tími av tónleiki var tað, ið borðreitt varð við.
Hetta halda danskir fjølmiðlar lítið um. Millum annað spyr ummælarin hjá Ekstra Bladet, um tað yvirhøvir ber til at kalla tiltakið, sum sjónvarpsrásin DR1 og útvarpsrásin P4 í felag skipaðu fyri, fyri eina konsert?
Hesum vóru teir flestu av teimum 60.000 áhoyrarunum á Ráðhúsplássinum tó samdir um, at tað væl bar til. Lagið var av tí besta. Onkur av føroysku áhoyrarunum helt speiskliga fyri, at tað var sum á ólavsøku, og sipaði helst til midnáttarsangin á Vaglinum í Havn, tá fólk, eins og á Ráðhúsplássinum í gjárkvøldið, stóðu so tætt, at tað hvørki bar til at koma til høgru ella vinstru.
Fjøldin var enn tá so stór, at fyrireikararnir komu fram á pallin stutt undan konsertin byrjaði og heittu á fólk, um at trína eitt fet aftur, so at tað ikki gjørdist ov trongt hjá teimum, ið stóðu heilt frammi undir pallinum.
Linda var best
Beint áðrenn luttakararnir fóru á pallin, segði Linda við Aftenshowet hjá DR1, at hon var eitt sindur uppi at koyra, sum hon tók til. Tá hon so trein á pallin, fekk hon fjøldina upp at koyra við vælsvingandi lagnum Mercy hjá Duffy.
Ongantíð áður hevur Linda staðið einsamøll frammanfyri 60.000 áskoðarum, men tað var sjónligt, at tað ikki var hennara fyrsta ferð á palli. Hon tóktist onkursvegna at vera ógvuliga avgjørd um, at teir seks ella sjey minuttirnir, hon hevði einsamøll saman við fjøldini, máttu gagnnýtast á besta hátt. Tí spenti hon seg út og staðfesti enn einaferð, at hon er ein framúrskarandi songkvinna.
Verður samanborið við framførslurnar hjá bæði Alien Beat Club og Muhamed, so er Linda avgjørt tann, ið kom best frá sínum sangum í gjárkvøldið.
Um hini kann heilt stutt sigast, at Alien Beat Club onkursvegna ikki megnaði at fylla pallin út, meðan Muhamed kom nakað nervøst frá byrjan, men vaks við uppgávuni og var hann, ið fekk flest skrýggj, róp og lógvabrestir.
Hetta síðsta er eisini tað, ið danskir fjølmiðlar gera nógv burturúr. Bamsir, blómur og enn tá onkrar trussir vórðu tveittar niðan á pallin til bert 15 ára gamla Muhamed.
Linda fekk ongar trussir tveittar niðan á pallin. Hinvegin varð hon í donskum fjølmiðlum róst fyri sínar framførslir.
– Við eini brakandi útgávu av Mercy hjá Duffy, kom Linda sum tann einasti luttakarin veruliga út um pallkantin, sigur ummælarin hjá Ekstra Bladet millum annað. Speiskliga leggur hann aftrat, at røddin hjá Lindu er størri enn sjálvgleðin hjá dómaranum Thomas Blachman.
Økt trýst og harðari kapping
Spennandi verður nú at finna út av, um gleðin hjá Lindu verður størri enn tiltikna sjálvgleðin hjá Thomas Blachmann fríggjakvøldið. Í gjárkvøldið framførdi hon uttan nakað trýst ella nakra kapping. Fríggjakvøldið er trýstið størri og kappingin harðari enn nakrantíð áður.
X-Factor finalan byrjar klokkan sjey føroyska tíð, og klokkan hálvgum níggju verður vinnarin funnin.