Politikkur verður á skránni, í Studio Pegasus í dag. Seinnapartssendingin úr Studio Pegasus í Klaksvík, sum byrjar kl. 15, verður øll merkt av politikki í dag. Jan Müller og Heri Simonsen hava boðið eitt valevni úr hvørjum flokki, sum eru búsitandi í ymiskum bygdum og býum í Norðurøkinum. Fyrra tíman verða tað Svenn Olsen úr Gøtu, sum umboðar Sambandsflokkin. Kristina T. Larsen úr Fuglafirði, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin, og Kjartan Joensen úr Leirvík, sum umboðar Fólkaflokkin. Í seinna tímanum verða tað Karstin Hansen úr Klaksvík, sum umboðar Miðflokkin, Heini O. Heinesen úr Kunoy, sum umboðar Tjóðveldi, og Aksel V. Johannessen, sum er búsitandi í Havn, men ættaður úr Klaksvík. Aksel kemur at umboða Javnaðarflokkin. Hesi 6 valevnini úr Norðurøkinum koma fyri stóran part at viðgerða tey mál, sum tey leggja høvuðsdent á. Og er ætlanin at fáa eitt gevandi tjak um hesi mál. Vertirnir hava lagt seg eftir at hava eina blanding av eldri og yngri politikkarum. Seinnapartssendingin við 6 valevnum úr 6 flokkum, sum búgva í 6 ymiskum býum og bygdum, verður millum kl. 15 og 17.