Asta í Toft man vera millum tey fakfólkini her á landi, sum veit mest um børn í innskúlingsaldri. Aftan á 14 ár sum leiðari fyri Miðstovnin í Gundadali, sum er barnagarður og frítíðarskúli fyri børn millum 5 og 11 ár, hevur hon nomið sær drúgvar royndir, holla vitan og avgjørdar meiningar um, hvørji tilboð vit eiga at bjóða júst hesum aldursbólki.
Tá kjakið nú hevur tikið seg upp um, at Føroyar, eins og mong onnur framkomin lond, skulu senda børnini í skúla sum 6 ára gomul, gjørdi Asta sær sjálvsagt eisini nakrar tankar um hetta.
Og hon er ikki í iva: Skipanin í føroyska fólkaskúlanum hóskar als ikki til 6 ára gomul børn!
- 6 ára gomul børn eru kensluliga á einum vegamóti, har tey eru serstakliga viðbrekin. Tí hava tey tørv á nógvari umsorgan og forstáilsi frá teimum vaksnu, sum eru um tey, staðfestir Asta í Toft, sum Sosialurin hevur sett stevnu.
Hon vísir á, at hennara royndir vísa, at tað er sera stórur munur á børnum, antin tey eru 5, 6 ella 7 ára gomul.
- 5 ára gamla barnið heldur seg vera heimsmeistara. Alt ber til og ”eg eri best” er hugburðurin. Men natúrliga menningin ger, at tá barnið verður 6 ár, skramblar øll hendan sjálvsmyndin og heimsfatanin saman, og barnið kemur í eina sálarliga og persónliga kreppu, forklárar Asta í Toft.
Hendan kreppan er eitt tekin um, at barnið hevur funnið útav, at alt snýr seg ikki bara um tað, og tað skal læra seg sjálvt at kenna aftur av nýggjum – eins og ein tannáringur.
- 6 ára gamla barnið kennir hvørki seg sjálvt ella hini. Tað spekurlerar nógv, ber nógvan ótta og humørið er svingandi. Hetta sæst ofta aftur í einum atburði, har barnið, fyri at yvirliva, antin hoverar ella gevur púra upp, sigur Asta í Toft.
Tí heldur hon eisini, at barnið eigur at hava vaksin í nánd, sum skilja og hava tíð til barnið.
- Tað er óamannaverk at senda 6 ára gomul í skúlan, har lærarin ikki kann geva barninum tað, sum tí tørvar. Hann hevur snøgt sagt hevur ikki tíð til tað, sigur Asta í Toft.
7 ár og skúlaklár
Hinvegin vísir hon á, at 7 ára gamla barnið er búgvið til skúlan, tí tað er komið til sættis við seg sjálvt aftur. Tað dugur at seta sín egna tørv til viks, og at skilja, at tað kann læra nakað við at venja. Eisini dugur 7 ára gamla barnið at bíða eftir tørni og at taka ímóti boðum.
- Av tí, at 6 ára gamla barnið er á einum vegamóti, hevur tað stóran tørv á at vera saman við 5 og 7 ára gomlum at spegla sær í. Við tey yngru kann barnið spæla rolluspøl og regluspøl, og í eldri vinfólkum finnur 6 ára gamla barnið eina fyrimynd, sum ótilvitað vegleiðir um, hvønn veg tað heila ber.
Spæla og læra
Her kemur pedagogurin inn á hetta við spæli og læring. Tí hon heldur ikki, at hesi bæði kunnu vera atskild.
- Børn læra av at spæla og tey spæla fyri at læra. Tey kunnu snøgt sagt ikki læra uttan spæl og umvent, sigur hon. Tí ímyndar hon sær eisini, at tað optimala tilboðið til tey 5-11 ára gomlu er ein skipan, har pláss og tíð er fyri spæli. Hetta ber ikki til í verandi skúlaskipan.
Eisini málsliga er tað, sambært Astu í Toft, alneyðugt at halda barnið úr verandi fólkaskúla.
- Skal barnið fáa eina hepna lesitilgongd er neyðugt, at málsliga tilvitið og rutinan er nøkunlunda í lagi. Hetta hendir fyrst og fremst í spæli, til dømis í rolluspæli um 6 ára aldur. Tí hevur tað alt at siga, at 6 ára gamla barnið fær árið millum 6 og 7 at mennast málsliga í saman við yngri børnum, sigur Asta í Toft.
Skúlin er ein hóttan
Í hesum sambandi fílist hon hvassliga á karmarnar í føroyska fólkaskúlanum.
- Í løtuni eru karmarnir ein beinleiðis hóttan móti menningini hjá børnum, vísir hon á. Og hon tekur fram dømi um skúlatímarnir á 45 minuttir, turrgeldu spæliøkini uttandura og so hetta við at sita still og arbeiða við støði í einari bók – øll í senn.
- Børn hava ikki gott av at sita inni á reyvini, staðfestir hon.
Her forklárar hon, hvat tey hava upplivað í Miðstovninum í Gundadali eftir at børnini í 1. flokki hava fingið fleiri tímar í skúlanum seinastu árini.
- Børnini eru nógvar ferðir troyttari, tá tey koma til okkara aftan á skúlatíð. Tey orka ikki at spæla og tað er ikki hugsingur um at fara túr við teimum, til dømis í mølina ella í plantaguna, sigur hon.
Eisini upplivað tey, at børnini eru í ringari lag, og at fjúsið er nógv styttri enn fyrr. Tey eru meira frustrerað, konflikturnar eru fleiri og tey krevja nógv meira av teimum vaksnu.
- Hetta sigur mær somikið sum, at tað tænir ongum endamáli, at geva børnunum meira av tí, sum fólkaskúlin hevur at bjóða. Tey skulu hava eitt betri, meiri fjølbroytt og livandi tilboð, tí børn skulu vera glað og nøgd – eisini aftan á skúlatíð!
Umsorgan í hæddina
Sum pedagogur sær Asta trivnaðin og natúrligu menningina hjá børnunum sum sítt arbeiðsøki. Í sambandi við tey 6 ára gomlu, er tað serliga umsorganarparturin, sum hon ber ótta fyri í verandi skúlaskipan.
Í orðinum umsorgan liggur hetta við at lurta, lofta, hava tíð, at troysta, at skilja, at vilja barnið, at tora tað og at vera til staðar í nú'inum saman við barninum. Ikki minst í dag, har foreldrini í alt størri mun eru burtur frá børnunum, sum so verða latin upp í hendurnar á profesionellum pedagogur og lærarum.
- Sum samfelag hava vit skyldu til at taka hetta í størsta álvara, tí ein stór ábyrgd liggur á okkara herðum. So skúlatilboðið kann ikki bara vera traditionell innlæring, men eitt tilboð til tað heila menniskja, sigur Asta í Toft.
- Børn hava brúk fyri vaksnum, sum tey kunnu hava álit á, kunnu rokna við og rokna út!
Hungra eftir at læra
Men kortini viðgongur Asta í Toft, at børnini læra eitthvørt í føroyska skúlanum, eisini hóast hesin sami skúlin lá næstniðast í Pisa kanningini herfyri.
- Hetta prógvar bert tað, sum vit vita: At drívmegin at læra er íbygd í børnum. Driftin og hugurin til lærdóm er so stórur, at tey læra næstan óansæð, hvat vit bjóða teimum, tí tey finna altíð upp á okkurt spæl, tá tey kunnu, sigur Asta.
Og hon tekur hattin av fyri lærarunum, sum virka innan skúlans gátt.
- Bæði lærarar og næmingar klára seg hóast alt. Men tað er bara upp á tross!
Hon ímyndar sær, hvussu fantastisk úrslit kundu spurst burtur úr, um skipanin og karmarnir vóru meira nútíðarhóskandi.
- Men viðhvørt hevði eg eisini ynskt, at lærararnir vendu nøsini 180 stig, og hugsaðu meira um, hvussu til ber at laga skúlatilboðið betri til barnið, sigur Asta í Toft.
Lærarar valdast
Hon heldur, at børnini kundu lært nógvar ferðir meira enn vit ímynda okkum í dag, tí fortreytirnar kundu verið so nógv betri gagnnýttar. Her hugsar hon um nýggjastu tøknina, náttúruna, globaliseraðu heimsmyndina, miðlarnar og allar dygdirnar vit hava at bjóða her á landið.
- Tað eru sjálvandi eisini góðir lærarar. Men tað kann ikki vera rætt, at vit sum foreldur og samfelag skulu góðtaka, at skúlagongdin hjá barninum veldst um, hvørjar lærarar barnið fær, sigur Asta Í Toft, sum heldur, at sjálv skipanin má vera soleiðis, at øll børn fáa allarbesta skúlatilboðið.
- Í løtuni lúgva vit fyri børnunum, tá vit billa teimum inn, at tað verður fantastiska spennandi at fara í skúla. Tí tað passar ikki!
Sitat:
Børn skulu vera glað og nøgd – eisini aftan á skúlatíð!
Sitat:
- Í løtuni eru karmarnir í skúlunum ein beinleiðis hóttan móti menningini hjá børnum!









