6-mannafør menn: Hvessingur í stórum stíli

Hvessingur hava verið nógv besta 6-mannafarið við monnum í ár

Hvessingur róði enn ein framúr róður, tá ið teir vunnu ólavsøkuróðurin hjá 6-mannaførum við monnum.

Hvessingur kom best frá byrjan, og teir bara øktu um leiðsluna inn móti málinum. Róðrarlagið var sannførandi, og eingin av hinum bátunum kundi skalað teir.

Hvessingur úr Hvalvík og Streymnesi vann allar sjey róðrarnar í ár og var FM vinnari í stórum stíli.

Í dag var Gongurólvur nummar 2 og Kollfirðingur nummar 3.

6-mannafør menn – støðan FM 2019

1. Hvessingur 49 stig
2. Gongurólvur 38 stig
3. Herningur 31 stig