6 føroyingar til Olympiadu í Rom

Í dag fóru seks føroyingar til Rom, har teir næstu dagarnar skulu kappast í Olympisku leikunum fyri menningartarnaði. Kappingin telur 57 lond og 1400 luttakarar, men ongin fer heim uttan heiðursmerki


Um middagsleitið í dag settu 10 føroyingar kósina í móti Rom, har tey í næstu viku skulu luttaka í Olympisku leikunum fyri menningartarnaði í aldursbólkinum 12-21 ár.
Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar luttaka á Olympisku leikunum fyri ungdóm, men áður hava Føroyar verið við til teir vanligu Olympisku leikirnar í Hollandi, Írlandi og Rhodos.
Nú gongur leiðin so til Rom, og luttakararnir eru ovur spentir at fara avstað.
- Tey, sum skulu luttaka eru sjálvandi ovurspent, men tað eri eg sanniliga eisini. Vit gleða okkum øll ómetaliga nógv, sigur Mariann Øster, sum er við sum leiðari á túrinum.
Føroyska ferðalagi telur tíggju fólk. Seks luttakarar, tveir venjarar og tveir leiðarar. Aftrat teimum er so eisini nøkur foreldur og systkin, sum koma við at stuðla teimum undir kappingini.
- Men tað verður bara meðan kappast verður, at tey koma at stuðla, tí í aðrar mátar koma vit ikki at búgva saman við teimum. Vit skulu búgva í okkara serliga OL-býi, og tey koma at búgva onkra aðrastaðni, fortelur Marian Øster.
 
57 lond og 1400 luttakarar
Føroyar eru við í kappingini sum eitt av 57 londum, og skulu kappast við 1400 aðrar luttakarar. At kappast er kanska ikki heilt rætt at siga, tí sjálvandi skulu luttakararnir dystast móti hvørjum øðrum, men málið er ikki endiliga at vinna, men heldur at vera saman við sínum javnlíkum og hava tað stuttligt.
Sum til vanligar kappingar, so fáa trý tey fremstu heiðursmerkir, men tað fáa allir hinir luttakararnir eisini. Tey sleppa øll upp at fáa eitt heiðursmerki hongt um hálsin, sum eitt prógv uppá, at tey hava tikið lut í Olympisku leikunum fyri ungdóm.
Kappingini er skipað soleiðis, at luttakararnir verða bólkaðir eftir hvussu væl teir eru fyri, og síðani verður kappast teimum bólkunum, áðrenn funnið verður fram til finalistarnar.
 
Ein familja
Ferðalagið fer úr Føroyum í dag, og fer so víðari til Rom í morgin. Har skulu tey so finna seg til rættis, venja seg við veðurlagið og umstøðurnar, og so verður setanin leygardagin 30. september.
Og setanin er vanliga nakað, sum nógv verður gjørt burtur úr. Á øðrum leikum, sum Føroyar hava luttikið á, hava bæði Bryan Adams og U2 spælt, og annars líkist setanin teimum, vit kenna frá teimum stóru ítrottartiltøkunum, vit vanliga fylgja á sjónvarpsskíggjanum.
Tó er eitt øðrvísi við hesari setanini, og tað er, at tá tey marsjera inn á leikvøllin, so er tað ikki við fløggunum fremst, sum annars er vanligt.
- Tað verður ikki lagdur so stórur dentur á londini og fløggini, tí her verður fokus sett á felagsfamiljuna, sum tey øll eru partur av, greiður Mariann Øster frá.
Setanin verður sum sagt 30. september, og so verður kappast fram til 5. oktober, sum er seinasti kappingardagur, og 7. oktober verður ferðalagi ætlandi aftur í Føroyum.
 

 
Við á ferðini eru hesi:
 
Luttakarar:
Maiken Olsen, frælsur ítrottur.
Kristian Martin Garðalíð, frælsur ítrottur.
Ragnvaldur Jensen, svimjing.
Súsanna Johannesen, svimjing.
Apolonia Justesen, svimjing.
Magnus Vatnhamar Olsen, svimjing.
 
Venjarar:
Halla Weihe Reinert, svimjing.
Sonni Djurhuus, frælsur ítrottur.
 
Leiðarar:
Mariann Øster
Tóra Hansen