6,3 milliónir játtaðar til gransking av immunverjuni hjá nýføðingum

Týsdagin boðaði National Institute of Health í USA frá, at tey umvegis Harvard Universitetið høvdu játtað Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 4,5 milliónir krónur í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum starvar

Verkætlanin er mett at kosta fleiri milliónir krónur og varðar í 4 ár. Danska Umhvørvisstýrið hevur av peningi, sum er settur av til granskingarverkætlanir í Arktis, játtað knappliga 1,8 millión til somu verkætlan, skrivar granskingarráðið. Tað vl siga, at tilsamans eru 6,3 milliónir krónur játtaðar til verkætlanina.

– Talan er um eina granskingarverkætlan, sum skal fremjast í tøttum samstarvi millum okkum her á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Ljósmøðratænastuna og Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, sigur tey á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Tey greiða víðari frá:

– Ætlanin er at seta á stovn eina 6. burðarkohortu í Føroyum. Vit byrjaðu hetta arbeiðið í 1985 og hava til henda dag stovnað og fylgt fimm ymiskum burðarkohortum. Umleið 2.500 børn og foreldur teirra hava luttikið í hesum arbeiði. Áður hava vit serliga kannað, hvussu nervalagið starvar. Nú fara vit at kanna immunverjuna nágreiniliga, tí tað tykist sum at immunverjan er ávirkað av dálkandi evnum serliga tí evnabólkinum, vit rópa fluorevnir. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara barnakohortum. Nú er so ætlanin at kanna hetta so væl sum gjørligt við at fylgja kvinnum, sum eru við barn gjøgnum viðgongutíðina við blóðroyndum og spurnabløðum, at taka blóð frá nalvastreingi við føðing og síðani kanna børnini, tá tey eru 2 vikur gomul, 3 mánaðir og 12 mánaðir gomul, skrivar granskingarráðið.

Pál Weihe, yvirlækni og professari, og Philippe Grandjean, professari við Deildina fyri Umhvørvislæknafrøði á Harvard Universitetinum, hava nú í fleiri ár søkt um pengar til hesa verkætlan. Í heyst fingu vit loksins at vita, at vísindaliga umsitingin í National Institute of Health mælti til at játta okkum fígging, men ikki fyrr enn nú er tað vorðið játtað av leiðsluni av einum av heimsins størstu almennu granskingargrunnum. Vit vóru farin at óttast, at nú Amerika er í svárari neyð av korona, fóru vit at missa játtanina av hondum. Men so varð lukkutíð ikki. Vit fegnast um, at tað almenna USA eisini í slíkum tíðum vil lata okkum her úti í havi so dyggan stuðul, skrivar granskingarráðið.

Játtanin er frá 1. apríl og farið verður til verka so skjótt Dátueftirlitið hevur góðkent dátutrygdina í samstarvinum millum tær tríggjar deildir í føroyska heilsuverkinum: Ljósmøðratænastuna, Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.