58 prosent fyri ES-tingingum

Tað er framvegis meiriluti í Íslandi fyri, at stjórnin skal taka upp samráðingar við Evropasamveldið um limaskap Í einari nýggjari kanning hjá Gallup og Morgunblaðnum svara 57,9 prosent av teimum spurdu, at tey taka undir við samráðingum. 26,4 prosent siga seg vera ímóti samráðingum, og 15,7 prosent hava ikki tikið støðu.

Kanningin vísir, at kvinnurnar eru meiri hugaðar fyri ES-limaskapi enn menninir, og at fólk í aldrinum 35 til 44 ár hava betri hug á ES enn fólk í øðrum aldursbólkum.

Harafturat vísir kanningin, at undirtøkan fyri limaskapi í Evropasamveldinum er størri í Reykjavík og har um vegir enn aðrastaðni í landinum.

Fyri nøkrum døgum síðani vísti ein onnur kanning, at flestu íslendingar vilja hava fólkaatkvøðu, áðrenn samráðingarnar við ES byrja.