58 milliónir til íløgur

Umleggjan av Shefa-kaðalinum og betran av breiðbandinum tekur størsta partin av stóra íløgukarminum hjá Føroya Tele í ár

 

 

Seinnu árini hevur Føroya Tele gjørt íløgur fyri á leið 12% av samlaða umsetninginum – einar 40 til 45 mió kr. -  men í ár er karmurin øktur til 15%, ella 58 mió kr., skrivar Føroya Tele á heimasíðu sínari.

 

Størsti parturin fer til undirstøðukervið, har íløgur verða gjørdar fyri 48 milliónir krónur.

 

- Vit gera hesar stóru íløgurnar, tí vit vilja tryggja fyritøkuna og vera før fyri at veita tær tænastur, sum brúkarin eftirspyr nú og frameftir,” sigur Kristian R. Davidsen stjóri í Føroya Tele.

 

Tað eru serliga umleggingin av Shefa og útbyggingin av VDSL2, sum fara við stórum parti av íløgunum.

 

Seinnu árini hava verið fleiri brot á Shefa-kaðalinum, og umframt at tarna breiðbandsferðsluni, eru umvælingarnar eisini ein stóraur kostnaður, sum Føroya Tele fegið vil vera fyriuttan.

 

Nú verða gjørdar kanningar, sum skulu vísa, hvussu kaðalin kann leggjast betur, so tað vónandi slepst undan sleppast kann undan so nógvum kaðalbrotum.

 

Góðar 7 milliónir krónur eru settar av til VDSL2 í 2014, umframt 5,5 milliónir krónur til fipur og kopar, sum eisini eru knýtt at VDSL2-útbyggingini. VDSL2 er nýggjasta tøknin til breiðbandstænastur.