Av øllum valevnunum, sum eru stillað upp til løgtingsvalið leygardagin, eru tað 57 valevni, sum taka undir við, at hjúnabandslógin verður broytt, soleiðis, at eisini samkynd kunnu giftast.
Hetta vísir kanning, sum LGBT Føroyar hevur gjørt.
LGBT er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.
Bjarni Lisberg, talsmaður fyri LGBT Føroyar sigur, at tey eru serstakliga væl nøgd við, at so nógv taka undir við hesum, sum tey halda er ein sjálvsagdur borgarliga rættur.
At dagføra hjúnabandslógina merkir, at hjúnalagið verður millum tvey fólk, og ikki sum nú millum mann og kvinnu.
LGBT Føroyar leggur samstundis dent á, at talan snýr seg bara um borgarligar vígslur, ikki vígslur í kirkju.
Kanningin vísir, at lutfalsliga stór undirtøka er millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Øll valevnini hava fingið møguleikan at svara, men valevni hjá hinum flokkunum hava í stóran mun borið seg undan at svara, sigur LGBT.
Kanningin er gjørd fyri at gera tað lættari hjá veljaranum at leygardagin velja valevni, ið eisini eru fyri at geva øllum føroyingum jøvn rættindi, sum felagið málber seg.
Tey hava samstundis gjørt ein plakat, sum vísir, hvørju valevni hava váttað, at tey taka undir við at broyta hjúnabandslógina til frama fyri samkynd.










