57 lova sam­kynd­um at giftast

Av øllum val­evn­u­num, sum eru stillað upp til løg­tings­valið leyg­ar­dagin, eru tað 57 val­evni, sum taka und­ir við, at hjún­a­ban­ds­lóg­in verð­ur broytt, so­leið­is, at eisini samkynd kunnu giftast. ??

Hetta vísir kann­ing, sum LGBT Før­oy­ar hev­ur gjørt. ??LGBT er fel­ag­ið hjá sa­m­kynd­um, tvíkyndum og trans­per­són­um.??Bjarni Lisberg, tals­mað­ur fyri LGBT Før­oy­ar sig­ur, at tey eru ser­stak­liga væl nøgd við, at so nógv taka undir við hes­um, sum tey halda er ein sjálv­sagdur borgarliga rætt­ur.??At dagføra hjúna­bands­lóg­ina merk­ir, at hjún­a­lag­ið verður millum tvey fólk, og ikki sum nú mill­um mann og kvinnu. ??
LGBT Føroyar leggur sam­stun­dis dent á, at tal­an snýr seg bara um borg­ar­lig­ar vígsl­ur, ikki vígsl­ur í kirkju. ??Kanningin vís­ir, at lut­fals­liga stór und­ir­tøka er millum Tjóð­veldi, Javn­að­ar­flokk­in og Sjálv­stýr­is­flokk­in.??Øll val­evn­ini hava fing­ið møg­u­leikan at svara, men valevni hjá hin­um flokk­u­num hava í stóran mun bor­ið seg undan at svara, sig­ur LGBT.??Kanningin er gjørd fyri at ”gera tað lætt­ari hjá velj­ar­anum at leyg­ar­dag­in velja valevni, ið eis­ini eru fyri at geva øllum før­oy­ing­um jøvn rættindi”, sum fel­ag­ið málber seg.