Í 2017 vóru 57 hjún skild. Sambært ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum, so vórðu 46 pør skild eftir seperatión.
Sjey hjúnaløg vórðu upployst vegn ótrúskap, og fýra førum vóru hjúnaløg upployst eftir at hjúnini ikki høvdu livað saman í tvey ár.
Tað hevur verið Ríkisumboðið í Føroyum, sum hevur umsitið familjurættarliga økið. Men á ólavsøku yvirtekur landið umsitingina av økinum.









