550 milliónir í bót til McLaren

McLaren hevur havt eitt strálandi kappingarár í Formil 1 higartil, men nú hava teir fingið trupulleikar - uttanfyri breytina.

Liðið hevur verið skuldsett fyri at sita inni við 780 síðum um bilin hjá kappingarneytunum úr Ferrari, og í dag fall dómurin. Hann var ein bót áljóðandi ikki minni enn 550 milliónir krónur.

Mike Coughlan, sum fekk fatur á hesum skjølum, hevur fingið fótin frá McLaren.

 

Koyrararnir, Fernando Alonso og Lewis Hamilton, sum liggja ávíkavist nummar eitt og tvey í samlaðu koyrikappingini, kunnu ótarnaðir halda fram at koyra.