Um dagarnar eru tilsamans eini 550 børn úr øllum Norðurlondum í Klaksvík og dansa. Norðurlendska barnadansistevnan eitur Barnlek er ein stevna, har børn úr øllum Norðurlondum koma saman at vísa fram sínar fólkadansir og at læra dansir hjá øðrum tjóðum.
Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring, sigur, at tað verða til saman eini 400 børn, sum koma úr hinum Norðurlondunum og eini 150 børn úr Føroyum, so tilsamans verða eini 550 børn úr øllum Norðurlondum, sum verða í Klaksvík hesar dagar.
- Okkara børn eru úr Sumba, Vági, Havn, Vágum og Norðoyggjum, sigur Rasmus Joensen, sum sigur víðari, at børnini í Føroyum venja í trimum bólkum: Suðuroy, Havn/Vágar og Norðoyggjar, segði hann við info fyrr í vikuni.
Øll hini Norðurlondini, uttan Áland, eru umboðaði á stevnuni. Størsta fylgi kemur úr Finlandi, um væntandi møta upp við 160 luttakarum.
Barnlek hevur verið til í mong ár og Føroyar eru vanliga við sum luttakaraland, men hetta er fyrstu ferð, at stevnan er í Føroyum.
- Vit blivu spurd fyri seks árum síðan og valdu at siga ja. Síðani hevur verið arbeitt við tí og nú skal stevnan so verða, sigur Rasmus Joensen.
Tað eru Slái Ring, Klaksvíkar Danisfelag og Klaksvíkar Kommuna, sum skipa fyri stevnuni.
Dávur Winther eigur myndirnar