Nógv ljós hevur verið varpað á dálking í náttúruni seinastu tíðina, millum annað á skaðiligu ávirkanina sum órudd av plasti hevur á føroysku náttúruna. Í útlondum verða Føroyar lýstar sum ódálkaðar og óspiltar, men kortini eru støð í Føroyum, sum eru illa rakt av dálking.
Eitt teirra er Trongisvágsbotnur ella bara Botnur millum tey har suðuri. Fá fólk vita um hendan botnin, tó at hann ikki er langt av alfararvegi. Hann liggur vestantil á Suðuroynni, einans nakrar hundrað metrar frá tunnilsmunnanum á Hvalbiartunlinum, Trongisvágsmegin.
Tó at tey kunnu teljast á fáum hondum, tey, ið javnan vitjað har, so er dálkingin sera stór. Botnur er rekastað, og óruddið kemur frá havinum og rekur á land í Botni.
Myndirnar undir hevur Ringrás, sum saman við øðrum skipaði fyri ruddingarátakinum, tikið. Tær vísa dálkingina áðrenn og aftan á ruddingina og nøkur teirra, sum tóku lut í ruddingartiltakinum.
45 fólk tóku lut í uppruddingini og ruddaðu tey upp í 55 stórar sekkir, sum tyrlan seinni skal beina burtur.
Tað er Ringrás, sum eigur myndirnar.
Ringrás, áhugabólkurin Rudda Trongisvágsbotn, Ítróttarháskúlin í Suðuroy, Tvøroyrar kommuna, IRF, MRCC og onnur, sum tóku stig til tiltakið.










