55 milliónir í eftirlønum

Eftirlønin hjá landsins leiðarum er somikið lukrativ, at eitt landsstýri upptjenar sær eina eftirløn á 55,6 milliónir krónur eftir bara einum valskeiði.

Aftanfyri almennu lønartølini hjá landsins leiðarum eru fjaldar eftirlønarskipanir, sum lyfta árslønina hjá løgmanni og landsstýrisfólki væl upp um tvær milliónir krónur.

 

Sosialurin hevur, við hjálp frá serfrøðingum, roknað út virðið á galdandi eftirlønarskipan hjá løgmanni og landsstýrisfólki.

 

Talan er um pengar, sum ikki verða spardir upp á eftirlønarkonto hjá viðkomandi, og útreiðslurnar til eftirlønirnar eru heldur ikki bókaðar nakrastaðni. Tað einasta, sum tó er staðfest við lóg, er at pengarnir fella til gjaldingar. Ikki nú, men seinni, tá fólkini koma til pensjónsaldur.

 

Men tá starvið sum løgmaður ella landsstýrismaður nú gevur rætt til eftirløn seinni, hevur blaðið valt at rokna út virðið á hesi eftirløn.

 

Roknistykkið avdúkar eitt ekstremt eftirlønargjald, fjalt aftan fyri vanligu lønina hjá landsins leiðarum.

 

Skuldi løgmaður, eins og flestu onnur í samfelagnum, spart upp til sína egnu eftirløn fyri síðani at fáa uppsparda peningin út á pensjónsárum, so skuldi hann spart upp góðar tvær milliónir krónur um árið, fyrstu fýra árini í Tinganesi. Næstu fýra árini í Tinganesi er ”uppsparingin” eitt sindur minni, men eftir átta árum hava landsins leiðarar upptjenað sær rættin til fulla eftirløn, so leingi tey sjálvi ella hjúnarfelagin eru á lívi.

 

Tá løgmaður á pappírinum stendur til at tjena 702.322 krónur um árið, svarandi til eina mánaðarløn á 58.527 krónur, so er tað sum nevnt bara toppurin av ísfjallinum.

 

Rokna vit eftirlønina uppí, so er árslønin hjá løgmanni 2.796.395 krónur. Tað gevur eina mánaðarløn á 233.032 krónur.

 

Neyvt sama skipan er galdandi fyri landsstýrisfólk. Reella virðið á eini landsstýrismannaløn er tí 2.547.914 krónur, svarandi til 212.326 krónur um mánaðin.

 

Taka vit sum dømi eitt landsstýri við løgmanni og sjey landsstýrisfólkum, so hevur hetta stýrið eftir einum valskeiði upptjenað sær rættin til eina eftirløn á tilsamans 55,6 milliónir krónur.

 

Les nógv meira um gyltu eftirlønirnar til landsins leiðarar í Sosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í høvuðsstaðnum í kvøld, og sum fæst kring landið í morgin. Eisini ber til at keypa blaðið talgilt, her á síðuni.