Hetta er met, tá talan er um dyst hjá einum føroyskum fótbóltsfelag. Atgongumerki vórðu seld kring alt landið, umframt at dysturin var vístur í beinleiðis sjónvarpið – Sjónvarpið Føroya og Sentata Sports. Áskoðararnir vóru vitni til ein fínan fótbóltsdyst, har EB/Streymur stríddist manniliga, men Manchester City var klassar omanfyri og vann 0-2. Eisini sóu áskoðararnir eitt hav av likkum, sum kappaðust um pilsustubbarnar, ið áskoðararnir tveittu frá sær. Vit lata myndina, sum Annika Waag Dam tók undir dystinum, tala fyri seg.










