Í skrásetingunum yvir fráboðanir til kriminalløgregluna sæst, at talið av fráboðanum um brot á lógina um rúsevni, sum løgreglan hevur kannað nærri, var tilsamans 54 í fjør. Hetta er ein lítil vøkstur frá 1999, tá løgreglan kannaði 50 mál av slíkum slag. Í 1998 var talið av slíkum fráboðanum 42, í 1997 var talið 49 og í 1996 vórðu 52 mál um brot á lógina um rúsevni fráboðað løgregluni.
Hesi hagtøl, sum eru fingin úr Árbókini, snúgva seg um fráboðanir, sum løgreglan hevur kannað nærri og ikki um rættarmál.
Tað sæst hinvegin ikki, hvussu nógvir persónar av teimum kannaðu í veruleikanum eru dømdir fyri lógarbrotið, ið teir eru undir illgruna at hava framt.