147 grindahvalir og springarar doyðu á strondini á King Island í Australia Fyrst í vikuni gjørdu 201 grindahvalir og springarar landgongd á einari strond á King Island, sum liggur norðanfyri Tasmania.
Hvalafjepparar kring heimin, ikki minst í teimum enskttalandi londunum, hava fylgt væl við gongdini. Tað eydnaðist teimum 150 hjálparfólkunum, sum vóru á Naracoopa strondini á King Island at bjarga 54 grindahvalum og springarum undan deyðanum.
Kortini hevur tann eini grindahvalurin aftur gjørt landgongd á Naracoopa strondini, og hjálparfólk stríðast við at oysa sjógv yvir hann, og vóna verður, at tey kunnu halda lív í grindahvalinum, til flóð aftur verður.
Tað ber til at fara inn á heimasíðuna: tools.themercury.com.au/photo-gallery/photo_gallery_popup.php
Har ber til at síggja nakrar forkunnugar myndir frá Naracoopa strondini á King Island.