5355 føroyingar eru koppsettir

Ein partur av teimum koppsettu hevur nú fingið tvey prik

Samanlagt eru 5355 føroyingar nú koppsettir ímóti covid-19.

Av teimum hava 1221 fólk fingið bæði prikini, sum skulu gerast. Tað ganga minst tríggjar vikur millum prik eitt og prik tvey.

4134 fólk hava fingið fyrra prikið.

Samanlagt hava tí umleið 10 prosent av føroyingum fingið eitt ella tvey prik við koppingarevni ímóti covid-19.