5300 tons av svartkjafti til Havsbrún

Nógv virksemi er í Fuglafirði í hesum døgum.

Christian í Grótinum. Mynd: cig.fo

Tey hava úr at gera í Fuglafirði í hesum døgum, nú trý skip eru komin inn við 5300 tons av svartkjafti til Havsbrún.


Á heimasíðuni hjá Havsbrún verður upplýst, at fyrsta skipið at landa er Høgaberg, ið er komi inn við umleið 2300 tonsum av svartkjafti.


Seinni í dag eigur Jupiter tørn, og hava teir fiskað umleið 1500 tons, og klokkan 13 leygardagin landar Christian í Grótinum eisini umleið 1500 tons av svartkjafti.

Christian í Grótinum. Mynd: cig.fo

Christian í Grótinum. Mynd: cig.fo

Christian í Grótinum. Mynd: cig.fo

Christian í Grótinum. Mynd: cig.fo

Christian í Grótinum. Mynd: cig.fo