53 deyð í bussvanlukku

Í minsta lagi 53 fólk doyðu, tá ein bussur stoytti saman við ein lastbil og ein persónbil í Zambia í dag. Vanlukkan var einar 100 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Lusaka.

Zambiski kunningarmálaráðharrin, Kennedy Sakeni, segði í kvøld, at bjargingarliðini eru ikki liðug við knningarnar á vanlukkustaðnum, men at tað kortini er greitt, at í hvussu er 53 fólk hava latið lív.

Løgreglan sigur, at vanlukkan hendi, tá persónbilurin royndi at sleppa fram um bussin og stoytti saman við ein lastbil, sum síðani rakti bussin.

Bussvanlukkan er ein tann ringasta ferðsluvanlukkan í Zambia nakrantíð. Árliga doyggja umleið 1.200 fólk í ferðsluni har, skrivar AFP.