Tað hava verið rættiliga nógvir jarðskjálvtar undir Mýrdalsjøkli í Íslandi í heyst, og nú vísir ein uppgerð hjá jarðfrøðingunum, at tað vóru ikki færri enn 512 skjálvtar í oktober mánað. 380 skjálvtar vóru við Køtlu, 70 har vesturi undir jøklinum og 50 har suðuri.
Veðurstofa Íslands sigur, at tann 5. oktober var ein jarðskjálvtarøð í Mýrdalsjøkli. Tann harðasti skjálvtin, sum var tíðliga um morgunin, var um 4,0 á Richterstiganum, og hendan dagin vóru seks aðrir skjálvtar, sum vóru um 3 á Richterstiganum.
Eisini í hesum mánaðinum hava fleiri jarðskjálvtar verið undir Mýrdalsjøkli.