5000 trokaðu til konsert í Barcelona

Fyri fyrstu ferð undir farsóttini varð hildin ein stór konsert í Spania, sum kann slóða fyri øðrum konsertum.

 

5000 fólk vóru í gjár til konsert í Barcelona við indiebólkinum »Love of Lesbian«.

Tiltakið var ein roynt at vita, um líknandi tiltøk kunnu haldast framyvir undir koronufarsóttini.

Fyri konsertina vóru allir áhoyrarnir kannaðir við snartest. Eingi krøv vóu um frástøðu undir konsertini, men øll skuldu vera í masku.

/ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##