5000 krónur í bót.
So nógv kostaði tað einum bónda, at hann sambært ákæruvaldinum legði eina mykjurúgvu ov nær einum vatni, har kommunan tekur sítt drekkivatn til borgararnar úr.
Tað var kommunan saman við løgregluni, sum skuldsettu bóndan fyri at leggja mykjurúgvuna í ein skráning oman móti vatninum, har mett var, at vandi var fyri, at rúgvan partvís kundu ríða oman í vatnið.
Tað var 2. mai 2009, at bóndin bleiv steðgaður og skuldsettur fyri brot á umhvørvislógina. Sjálvur helt bóndin lítið um ákæruna, tí hann sigur seg hava lagt mykju har um leiðir í 25 ár, uttan at tað hevur verið mett sum vandi fyri umhvørvisdálking.
Somuleiðis fíltist bóndin á, at hann ikki sjálvur fekk møguleika at beina mykjuna burtur.
Umrødda vatnið liggur í haganum hjá bóndanum, og spurningurin kom upp í rættinum, um bóndin hevði lagt mykjurúgvuna so nær vatninum í einari provokatión móti kommununi, tí hon ikki hevði vilja gjørt nakra avtalu við bóndan um at taka drekkivatn út vatninum. Men hesum vísti bóndin aftur og staðfesti, at soleiðis hevði hann gjørt í 25 ár.
Ákærin kravdi bóndan dømdan eftir ákæruritinum og mælti til eina bót á 5.000 krónur. Verjin hinvegin kravdi frídøming, men dómarin valdi at ganga ákæruvaldinum á møti og dømdi bóndan eina bót á 5000 krónur fyri at koma umhvørvinum í vanda.