500 fólk á djóradegi í Hovi

Suðuroyar Hestafelag skipaðu hvítusunnudag fyri Djóradegi í Hovi.

Eini 240 vaksin umframt børn vóru og vitjaðu á djóradegnum í Hovi hvítusunnudag.

- Við børnum vænta vit, at eini 500 fólk hava vitjað, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba.

 

Tað eru Suðuroyrar Hestafelag, sum skipar fyri djóradegnum, við tí endamáli at savna pening til eitt nýtt felagsfjós, sum skal liggja í Hovi.

- Vit eru so ómetaliga væl móttiknir av Hovs kommunu, sum hevur latið okkum skúlan at nýta til tiltakið. Hov eru ein sera hugnalig, lítil bygd, ið hóskar seg væl til tiltakið, sigur Trúgvi Gudmundarson.

 

Hetta er sjeynda árið, at felagið skipar fyri djóradegi.

- Veðrið var av tí allarfagrasta og ikki fyrr enn um kvøldið fór sólin aftur undir, sigur hann. Børnunum stóð í boði at síggja nógv ymisk djór, umframt at royna hoppiborgir, ponyríðing, at sigla við bátum í hyli, at koyra í hestavogni og okkurt gott var til matna eisini, sigur Trúgvi Gudmundarson.