500 dansarar hittast í Suðuroy

Hetta vikuskiftið verður Landsdansistevna í Suðuroy. Í kvøld er alment tiltak í Vági og í annaðkvøld er veitsla í Trongisvági Hetta vikuskifti er eitt av temum heilt stóru kvøldunum hjá øllum við áhuga fyri føroyskum dansi. Tí í dag og í morgin verður landsdansistevna og hesuferð er hon í Suðuroy.

Byrjað verður við almennum tiltaki í Framtíðini í Vági klokkan 20 í kvøld, har Sláið Ring, sum er landsfelagið føroyskum dansi at frama, skipar fyri mentanarligum tiltaki.

Fyrst fara børn og konufólk úr Sumba at kvøða eina vísu og aftaná fara børn úr 8. flokki í Vági at kvøða Huldugentuna.

Síðani verða tríggir fyrilestrar og hugleiðingar. Eli Poulsen úr Sumba fer at hugleiða um dansin, og hvat hann hevur fingið og fær burtur úr honum. Síðani sigur Poul Arni Holm av Tvøroyri, sum var sangari í orkestrinum Týr, at hugleiða um um føroyskan dans og um, hvussu hann kann kveikja í tónleikin.

Seinasta fyrilesturin heldur Andrea Opielka úr Bochum í Týsklandi. Hon skrivar doktararitgerð um føroyskan dans, við serligum atliti til dansispøl, og hon fer at draga fram ymiskt úr øllum tí rúgvismika tilfari, hon hevur savnað.

Saman við fyrilestrinum verða eisini dansað nøkur dansispøl. Kvøldið endar við, at vit fara upp á gólv og dansa til midnátt.

Í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19 verður sjálv landsdansistevnan sett við ítróttarhøllina í Trongisvági. Tað verður Bjarni Vestergaard, sum á sinni var formaður í Sláið Ring, ið setir stevnuna. Aftaná fer Ketty Andreasen, formaður í Tvøroyrar Dansifelag, sum umboðar tey fýra dansifeløgini í oynni, Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Tvøroyrar Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag, at bjóða vælkomin.

Borðhaldið byrjar kl. 19.00 og eftir borðhaldið verður farið upp á gólv. Veitslan leygarkvøldið er fyri tey, sum hava boðað frá luttøku frammanundan og hesuferð vera eini 500 fólk úr øllum landinum við.