500 børn fingu jólahjálp í ár

Tær flestu familjurnar, sum fingu jólahjálp í ár, fingu eitt gávubræv á 1500 krónur

Barnabati hevur aftur í ár savnað pening inn til jólahjálpina fyri at hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum um jólini.

 

Tá freistin var úti hin 6. desember vóru 270 umsóknir um jólahjálp innkomnar. Tað eru 15 fleiri umsóknir enn í fjør, tá 255 umsóknir komu, og hetta er ein ábending um, at fleiri barnafamiljum tørva fíggjarliga hjálp í ár. Í fjør var ein stór minking í talinum av umsóknum, men hendan minkingin sæst ikki aftur í ár.

 

- Í 2016 fingu vit 300 umsóknir inn, og tað minkaði í fjør niður í 255. Vit vónaðu, at tendensurin fór at halda fram, men 270 umsóknir í ár er enn ein minking samanborið við fyrrárið, so talan er ikki um ein so stóran vøkstur, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

 

Tær flestu familjurnar, sum fingu jólahjálp í ár, fingu eitt gávubræv á 1500 krónur. Av teimum 270 umsóknunum vórðu 12 prosent ikki játtaðar.

 

Barnabati hevur enn ikki gjørt tær stóru greiningar av tølunum fyri jólahjálpina í ár, men tey hava lagt merki til eitt.

 

- Tað vóru 500 børn, sum fingu jólahjálp í ár. Í fjør vóru tað 455, so har er eisini ein vøkstur, sigur Djóni Eidesgaard, sum ikki veit at siga, hvussu tað ber til, at hesin vøksturin sæst í ár.

 

 

Ikki líka nógvan stuðul sum fyrr

 

Barnabati yvirtók virksemið hjá Í Menniskjum Góður Tokki í 2016, og síðan tá hevur árliga jólahjálpin hildið fram undir navninum Barnabati. Tað er ikki komin líka nógvur peningur inn í ár sum undanfarin ár. Avleiðingin av tí er, at tað eru færri familjur, sum vit kunnu stuðla, fortelur Djóni Eidesgaard.

 

Hetta er ein av orsøkunum til, at 12 prosent av umsóknunum ikki blivu játtaðar.

 

- Um vit høvdu eitt sindur sterkari fíggjarligar ressoursir, høvdu enn fleiri fingið hjálp. Hóast tey kanska ikki vóru undir fátækramarkinum, so var fíggjarstøðan hjá fleiri familjum ikki serliga góð, og ein fíggjarlig hjálp hevði verið teimum kærkomin, sigur Djóni Eidesgaard.