500 atgongumerki seld í forsølu

Í dag komu Bellamy-brøðurnir saman við bólki sínum við flogfari til Føroya, og í annaðkvøld verður stóra countrybrakið á Hálsi.

- Bellamy-brøðurnir, sum saman við bólki sínum komu til Føroya um 14-tíðina í dag, søgdu, at lendingin í Vágum var hørð, men teir eru altíð fegnir um at flúgva við Atlantic Airways.

 

Tað sigur Allan Samuelsen, ein av fyriskiparunum av stóra country-tiltakinum, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi í annaðkvøld. Dyrnar lata upp klokkan 21, og sjálvt tiltakið byrjar klokkan 21.30. 

 

Høvuðsnavnið á tiltakinum eru Bellamy-brøðurnir, sum nú eru í Føroyum við fullum orkestri, sum fyriskiparin tekur til.

 

- Bellamy-brøðurnir vóru væl fyri, tá teir komu til Føroya, og teir gleða seg ómetaliga nógv til tiltakið í annaðkvøld. Teir eru sjey tilsamans, Bellamy-brøðurnir - og so fimm tónleikarar, sum mynda bólkin saman við teimum.

 

Allan Samuelsen sigur, at tað verða Jóan Magnus Danielsen, Magni Christiansen og Spaðar 5, sum leggja fyri. Um midnáttarleitið koma so Bellamy-brøðurnir á pallin, og teir fara at spæla og undirhalda í tilsamans hálvan annan tíma. 

 

Fyriskiparin sigur, at tað síðan verður Hallur Joensen, sum við fullum bólki tekur yvir og spælir restina av náttini. Hann ivast onga løtu í, at hetta verður eitt fantastiska gott og langt countrybrak.

 

Hann vísir á, at pláss verður bæði til at dansa og til at sita og slappa av í høllini á Hálsi, meðan tiltakið er.

 

- Forsølan hevur gingið ómetaliga væl, og eini 500 atgongumerki eru longu seld. 

 

Fyriskiparin sigur, at atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn til klokkan 14 í morgin. Um atgongumerki eru eftir, tá forsølan letur aftur, verða tey seld við dyrnar.