Vatnskaði Tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum møtti Sámal Jákupi Joensen, samkomuleiðara hjá Frelsunarherinum, tá hann ein dagin herfyri hugdi inn á gólvið í bygninginum, sum samkoman hevur keypt til nýtt herberg fyri heimleys. - Tað var myrkt, og eg gjørdist skakkur, tá eg varnaðist, at vatn í niðastu hædd stóð mær upp um øklarnar. Samkomuleiðarin sigur, at nú arbeiði at umbyggja húsið til herberg enn ikki er byrjað, tí tekningar og loyvir fyrst skulu fáast til vega, hevur fólk ikki verið í húsinum hvønn dag. - Tá vit kannaðu eftir, hvussu alla henda nøgdin av vatni kundi vera komið inn í húsið, vísti tað seg, at húsið hevur eina serliga pumpuskipan, og tað er henda skipan, sum av eini ella aðrari orsøk var hildin uppat við at virka. Hann sigur, at niðasta hæddin av húsinum liggur so lágt, at neyðugt er við pumpuskipan til frárensl, har bæði yvirflatuvatn á ognini og avlopsvatn frá eitt nú septiktanganum verða savnað í brunn og síðan pumpað út í kommunalu kloakkirnar. - Sum dagarnir eru gingnir, og pumpuskipanin hevur verið óvirkin, er nøgdin av vatni vaksin og er at enda komin upp ígjøgnum ristirnar og inn í bygningin. 50 tons av vatni Sámal Jákup sigur, at neyðugt var at senda boð eftir kloakksúgvaranum hjá Tórshavnar Kommunu, og so nógv vatn var inni í niðastu hædd, at tey at enda mistu talið av bilum, sum koyrdu fullir avstað aftur. - Bilarnir taka einar 10.000 litrar hvør, og eg haldi, at einir fimm bilar koyrdu fullir avstað. Soleiðis tóku bilarnir einar 50.000 litrar – ella eini 50 tons - av yvirflatu-og kloakkvatni úr niðastu hæddini. Hann sigur, at hóast vatnið úr septiktanganum er runnið saman við yvirflatuvatninum, luktaði tað ikki væl at koma í húsið eftir stóra vatnskaðan. - Tað hevur hóast alt ikki gjørt støðuna verri, at kloakkvatnið er blandað saman við yvirflatuvatni, men neyðugt er at taka alt gólvið upp í niðastu hæddini. Undir gólvplátunum liggja bjálvingarmáttur, og tí má alt skiftast og byggjast av nýggjum. Niðasti parturin av vegginum hevur tikið skitna vatnið í seg, og her verður eisini neyðugt at skifta. Ókend orsøk Sámal Jákup ásannar, at hann kendi ikki skipanina við pumpuverkinum so væl og í smálutum, sum hann nú ger. - Í fyrstani hildu vit, at orsøkin til vatnskaðan var ein tøppur, sum hevði sett seg í skipanina, soleiðis at vatnið ikki slapp at renna frá. Men nú greiða er fingin á, hvussu skipanin hongur saman, og hvussu hon virkar, vita vit betur. Hann sigur, at enn er full greiða ikki fingin á, hvør orsøkin er til, at pumpuskipanin gjørdist óvirkin. - Vit hava havt elektrikarar her, og líkt er til, at rele eru sligin frá, men hví hetta er hent, vita vit ikki ítøkiliga. Um orsøkin kann vera torusláttur ella ójavnur spenningur á el-skipanini, vita vit heldur ikki. Tað ber eftir øllum at døma ikki til at staðfesta, hví óhappið hendi. Tá Frelsunarherurin keypti Kaggan, var tað við tí endamáli at umbyggja bygningin til herberg og annað virksemið í tí sambandi hjá Frelsunarherinum. - Í so máta eru vit heppin, at umbyggingararbeiði ikki longu var byrjað, tí tá hevði verið neyðugt at tikið alt uppaftur og gjørt arbeiði í niðastu hæddini av nýggjum. Sámal Jákup sigur, at ætlanin annars ikki var at taka gólvið í niðastu hæddini upp, men nú er so eingin møguleiki at sleppa undan hesum. - Hetta er sjálvandi eitt bakkast, men málið hjá Frelsunarherinum er framvegis, at nýggja herbergið veðrur umbygt og tikið í nýtslu skjótast gjørligt. Umbyggingin verður nú teknað, og síðan skulu øll loyvi útvegast. - Tá alt hetta er komið upp á pláss, fara vit í gongd við umbyggingina, sigur hann. Tekur ikki við Sámal Jákup Joensen sigur, at samkoman eftir hendingina hevur verið í samband við stovnin, har ognin er tryggjað. - Men her hava vit í fyrstu syfti fingið at vita, at tryggingin dekkar ikki. Tey siga, at vatnið er komið uttanífrá, og at tað er okkara skipan, sum er gingin fyri. Tryggingarfólkini hava kortini verið blíð og fyrikomandi og hava sagt seg vilja vera positiv at royna at finna eina loysn. Hvat liggur í hesum, vita vit ikki í løtuni, men vit vóna, at vit kunnu koma til sættis um onkra loysn, sum sømir seg og er virðilig fyri báðar partar, sigur hann.