50 ára gomul songkvinna blivin mamma

Amerikanska songkvinnan Janet Jackson, ið er systur Michael Jackson sála, hevur átt sítt fyrsta barn sum 50 ára gomul. Pápin er tann átta ár yngri Wimmas Al Mana.

Umboðsfólk fyri Janet Jackson hava váttað, at hon hevur átt ein son, sum fær navnið Eissa Al Mana.

Hóast Janet Jackson hevur høgan aldur til at gerast mamma, er hon langt frá heimsmetinum, sum indiska Daljinder Kaur setti í fjør. Hon var 72 ára gomul, tá ið hon føddi ein son.