Á nýggjárinum leggur Jógvan K. Mørkøre frá sær í arbeiðinum á Loranstøðini á Eiði.
Í gjár hevði hann 50 ára starvsdag á støðini. So leingi hevur eingin starvast á nakrari Loranstøð í heiminum.
Jógvan K. Mørkøre lærdi í sínari tíð í Klaksvík til radiomekanikara og fór síðan ein túr við Karin K.
Meðan hann var burturi, søkti Loranstøðin á Eiði eftir einum mekanikara, hann fekk starvið og hevur verið har síðan.
Tá ið mest arbeiði var á støðini, vóru 36 fólk har, og tey arbeiddu í fimm vaktum. Nú eru bara fýra fólk á støðini.
Tá ið Jógvan K. Mørkøre hevði verið á Loran C støðini í 25 ár, fekk hann heiðurstekin, og fyri 10 árum síðan varð hann aftur heiðraður.
Í 9o-árunum fekk hann riddarakrossin.