Í gjár vórðu fimmti ár liðin síðani fýra mans lótu lív við Nólsoyar Páll.
Tað var 26. mars í 1967, at Nólsoyar Páll var ávegis til Grønlands. Góðar 170 fjórðingar úr Mykinesi fekk Nólsoyar Páll ein sjógv, sum gjørdi, at saltið í lastini fór fór í bakborð og skipið legði seg á liðina.
Skipið mista allar bjarginarbátarnar, uttan ein, ið fýra mans vórðu farni í. Tann bjargingarbáturin rak frá skipinum.
Nólsoyar Páll hevði sent út neyðarkall og hjálpin var skjótt á staðnum, teirra millum týskir trolarar. Andøvt var ímóti nógva vindinum, ið morgunin eftir at skipið hevði fingið ein sjógv, fór nakrir mans í lastina at lempa salt og fingu rætta uppá skipið, ið vendi aftur og sigldi inn á Havnina.
Leitað var eftir bjarginarbátinum við teimum fýra monnunum, men teir komu ongantíð aftur.