Ì Sundalagnum halda tey ondini fyrrapartin.
Møguleikin fyri einum góðum lutakasti til fyrsta undanumfarið í Champions League er júst 50 prosent.
EB/Streymur kann antin trekkja Shirak úr Armenia, sum er eitt keðiligt lutakast, bæði ítróttarliga, fíggjarliga og landafrøðiliga.
Hitt liðið EB/Streymur kann trekkja er Lusitanos úr lítla fjallalandinum, Andorra. Rúni Nolsøe duldi ikki á Rás2 ígjár, at hann ynskti sær heldur ein túr til Andorra.
Lutakastið hjá EB/Streymi verður greitt seinni í dag.