50 prosent hava upplivað ágang á netinum

57 prosent kjakast als ikki, meðan 50 prosent av kjakarunum hava upplivað ágang á netinum í samband við kjak.

Í Vikuskiftis Sosialinum í dag er ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt til blaðið. 

Kanningin vísir, at 57 prosent av teimum spurdu taka als ikki lut í kjaki á netinum.

Helvtin av kjakarunum hava upplivað ágang á netinum, meðan 13 prosent av teimum, sum ikki kjakast á netinum, hava upplivað ágang.

Kanningin vísti eisini, at 1 út av 4 luttekur í kjakið minni enn eina ferð um mánaðin, meðan 1 av 5 luttekur meira enn eina ferð um mánaðin. Samstundis vísir kanningin, at menn kjakast meira enn kvinnur. 

 

Les meira um kjakmentan í Vikuskiftis Sosialinum.