£5,3 mió. Somikið nógv er innskotspeningurin, sum Rúnar Reistrup nú hevur fingið at arbeiða við í royndunum at menna Depop.
Depop er ein app, sum mest av øllum er eitt sølutorg á snildfonini. Seinasta ár varð app’in tikin niður ikki færri enn 1,8 mió ferðirnar, og hvønn mánað verða fleiri enn ein milliónir nýggjar vørur settar til sølu.
Felagið varð stovnað í 2011, og sjálvur sigur føroyski stjórin, at fyritøkan er vaksin nógv skjótari, enn hann hevði ímyndað sær.
- Vøksturin hevur verið stórur. Ikki bara í Europa – men eisini í USA. Soleiðis seta amerikanskir brúkarar nú fleiri enn 100.000 vørur til sølu hvønn mánað, sigur Rúnar við wired.co.uk.
Víðari sigur Rúnar, at ein høvuðsorsøk til góðu gongdina er, at Depop er ment beinleiðis til telefonina og sosialu miðlarnar.
Peningurin, sum nú er sprændur í fyritøkuna, skal nýtast til at menna app’ina á amerikanska marknaðinum, har ein skrivstova eisini verður latin upp í næstum.
Meira kann lesast um Depop á heimasíðu felagsins, sum sæst HER