50% færri ferðsluóhapp

FERÐSLUTRYGD Tað henda nógv færri ferðsluóhapp í Føroyum nú enn tað gjørdi í 2000 og talið er minkað fleiri á á rað, sigur Landsverk

Hesi síðstu árini er talið á ferðsluóhappum í Føroyum munandi fallið.
Tað vísir ein uppgerð hjá løgregluni, sum Landsverk greiðir frá í ársfrágreiðing síni.
Uppgerðin vísir, at í árunum frá 2000 til 2011 er talið á ferðsluóhappum fallið 50%, ella niður í helvt, ella niður í helvt.
Her er talan um tey óhapp, sum eru fráboðað løgregluni.
Uppgerðin vísir, at í 2000 vóru yvir 1300 ferðsluóhapp skrásett, men í 2011 er tað lækkað niður á gott 700 ferðsluóhapp.
Sum tað sæst, at henda umleið ein triðingur av øllum o?happum a? landsvegunum, sum Landsverk varðar av og restin er á kommunalum vegum.
Somuleiðis er talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða munandi fallið og tað hevur tað verið fleiri ár á rað.
Í 2000 vóru næstan 50 ferðsluóhapp við fólkaskaða, men í 2011 er tað fallið niður í eini 25.
Sama gongdin er við ferðsluvanlukkum, sum krevja mannalív ella har, sum fólk eru illa meiðslað.
Tey eru fallin í tali úr sløkum 60 i 2000, niður í gott 30 í 2011.
Í øllum førum eru sveiggini stór frá ári til ár, men sum heild er talan um stórt fall.
Landsverk tekur hetta talið á ferðsluóhappum sum eina ábending um, hvussu trygt tað er í ferðsluni í Føroyum.
- Ma?lið er a?haldandi at minka talið a? ferðsluo?happum, og aðalma?lið er null¬hugsjo?nin, sum er, at eingin skal doyggja ella fa?a a?lvarsamt mein i? ferðsluni, sigur Landsverk.
Stovnurin sigur, at í? ferðslutrygdarætlanini fra? 2007 var tað i?tøkiliga ma?lið at í 2015 skuldi talið a? ferðsluo?happum við fo?lkaskaða verða 30 % minni enn tað var i? 2006.
- Hetta ma?lið er langt si?ðani rokkið, staðfestir Landsverk.
Hann sigur, at í 2011 var talið a? ferðsluo?happum við fo?lkaskaða heili 67% minni enn tað var i? 2006.
Tær tríggjar talvurnar vísa gongdina hesi seinastu 11 árini, frá 2000 til 2011.