50 fólk úr Eik oman á Kongabrúnna

Samstundis, sum fólk á høvuðsdeildini hjá Eik flyta oman á Kongabrúnna, flyta fólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í høvuðsbygningin hjá Eik.

Á fundi í TF Holding í september í ár tók nevndin avgerð um, at øll starvsfólk í samtakinum skulu flyta tættari saman, og á kunningarfundi í Eik um hetta mundið segði forstjórin, Súni Schwartz Jacobsen, at tey á leiðslustøði so smátt eru farin í gongd við at umrøða, hvussu samstarvið skal skipast við tí í huga, at trý sjálvstøðug feløg eru í samtakinum.

 

Forstjórin segði, at á deildunum uttan fyri Tórshavn er ætlanin at flyta starvsfólk á ein slíkan hátt, at dagliga samskiftið og harvið samstarvið kann gerast lættari. Á kunningarfundinum í september boðaði Súni Schwartz Jacobsen frá, at nærri kunning um hetta arbeiði verður í næstum.

 

Súni Schwartz Jacobsen hevur lagt dent á, at starvsfólkini verða tikin við upp á ráð um, hvussu samstarvið verður skipað mest skynsamt. Í Tórshavn er ikki pláss í løtuni at flyta øll starvsfólk hjá TF Holding nógv tættari enn í dag, og tí hevur nevndin í TF Holding samtykt, at farast skal undir at byggja eitt nýtt høvuðssæti til samtakið.

 

- Men, eitt nýtt høvuðssæti er ein stór og umfatandi verkætlan, ið krevur nógv fyrireikandi arbeiði. Hetta arbeiði fer nú í gongd, segði Súni Schwartz Jacobsen í september.

 

Í kvøld eru øll starvsfólk hjá Eik og Tryggingarfelagnum Føroyar á fundi í Norðurlandahúsinum at umrøða spurningin um flyting av deildum og aðrar broytingar í hesum sambandi. Soleiðis, sum In.fo skilir, skulu fleiri starvsfólk, sum í dag starvast á høvuðsdeildini hjá Eik Yviri við Strond, oman í bygningin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni at arbeiða.

 

Talan er eitt nú um kundaráðgevar, bæði vinnuligir og privatir og skrivarar, kanska eini 50 fólk í tali. Tað verða soleiðis tær basalu tænasturnar og kundatænasturnar hjá Eik og Tryggingarfelagnum Føroyar, sum fyribils skulu húsast í bygninginum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni.

 

Samstundis, sum starvsfólk á høvuðsdeildini hjá Eik flyta oman á Kongabrúnna, flyta starvsfólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í høvuðsbygningin hjá Eik Yviri við Strond.

 

Forstjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, hevur áður sagt, at størri fokus nú fer at verða sett á tað, hann rópar tvørgangandi samstarv í TF Holding samtakinum, og hetta hevur nevndin í TF Holding eisini sett út í kortið. Ivaleyst verður meira at frætta seinni um fundin í Norðurlandahúsinum, sum byrjaði klokkan 18 í kvøld.