Í sveimandi strokum snarar eiggiligi kvinnukroppurin seg upp eftir ovurstóra løriftinum. Tað er okkurt frumkent yvir kvinnuni, sum leiðir tankarar á Evu í paradísi. Men hon skammar seg ikki. Tvørturímóti eru hon og slangan flættað saman í onkrum, sum minnir um ein spælandi ástarleik.
- Hasa teknaði eg í einum toki í India um jóltíðir í fjør, sigur listakvinnan Rannvá Holm Mortensen og bakkar fyri einum manni, sum er komin eftir myndini.
- Hvar skal hendan hanga?, spyr maðurin og lyftir myndina upp frá gólvinum.
- Handan skal upp í brúðarsvituna, svarar Rannvá við einum avgjørdum smíli.
Maðurin ger skjótt av, tí hann hevur ein langan arbeiðsdag frammanfyri sær. Á gólvinum her í Sigmundarstovu á Hotell Tórshavn standa langar røðir av myndum og bíða. Myndin av kvinnuni og slanguni er nevniliga bara ein av 50, sum skulu prýða øll kømurini og fundarhølini hotellinum framyvir.
Í tí myndin hvørvir út gjøgnum hurðina varnist eg nakrar dagbókslíkandi notatir í ovasta vinstra horni.
Í so saftigar?
Søgan um, hvussu síðurnar í eini dagbók hjá Rannvá Holm Mortensen eru endaðar sum meturhøgar myndir á Hotel Tórshavn, er næstan líka hugtakandi sum myndirnar sjálvar.
Eitt sindur til stuttleika hevði Rannvá latið nakrar av tekningunum gjørt til plakatir, sum vóru við á eini framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri tveimum árum síðani. Stutt eftir hevði Rannvá stjóran á Hotel Tórshavn, Jóannes Jensen í telefonini. Hann vildi vita, um hann kundi keypa nakrar av plakatunum, sum hann ætlaði at hanga upp í Sigmundarstovu, eitt av fundarhølunum á hotellinum.
Rannvá flennir.
- Eg bleiv rættiliga paff. Eg minnist, at eg spurdi, um hann ikki helt myndirnar vera í so saftigar til eitt hotell, sigur Rannvá.
Men stjórin var rættiliga avgjørdur. So avgjørdur, at áðrenn Rannvá visti av, hevði hon avtalað við hann, at levera 50 myndir, sum umframt fundarhølini eisini skulu prýða kømurini á hotellinum.
Tekningarnar hevði Rannvá longu í dagbókunum. So nú ráddi um at finna fram til ein teknikk, sum kundi forstørra tekningarnar og flyta tær yvir á haldbart pappír á ein hátt, so tær ikki kámast við tíðini.
Myndir á ferð
Eftirhondini, sum myndirnar hvørva út úr Sigmundarstovu hendan dagin, gongur tað upp fyri mær, at ein heil ferðafrásøgn er við at koma upp at hanga á hotellinum. Í tveimum umførum tvey tey seinastu árini, hevur Rannvá Holm Mortensen ferðast í India, og sum altíð hevur hon havt eina ferðadagbók hjá sær. Við skjótum, fríum strokum gevur listakvinnan mongu inntrykkunum í fremmanda landinum skap - púra óhemmað av tankanum um, at tekningarnar nakrantíð fara at koma fyri onnur eygu.
- Tað er tað besta við hesum dagbókunum - at eg kann stuttleika mær við at tekna alt, sum fellur mær inn púra frítt og spontant. Tí verða hesar tekningarnar eisini rættiliga fabulerandi. Tað mugu tær næstan blíva, tí tá tú ferðast ert tú jú nógva staðni í senn. Onkrir tankar eru heima, aðrir eru longu har, tú ert á veg og restin er væl onkursvegna bara á ferð, grunar Rannvá.
Og so eru tær praktiskar, hesar ferðadagbøkurnar, tí tú kanst hava tær við tær allastaðni, greiðir listkvinnan frá, meðan hon roynir at minnast, hvar hon hevur teknað tær ymsu tekningarnar.
- Nógvar eru gjørdar í tokum, onkrar á ymsum kaféum og so eru tað allar tær, sum eru teknaðar á strondini við einum whiskysjussi í hondini, flennir Rannvá við sínum lívsjáttandi látri.
Syndafallið tikið av ræði
Ein næstan ørandi gleði um lívið og at vera á ferð er nokk tað, sum eyðkennir hesar myndirnar mest. Heitu, brendu litirnir eins og dampa úr teimum, so lukturin av India mest sum setur seg í næsagluggarnar. Men bara eina løtu. So verða vit brádliga flutt yvir í ein annan heim, har eitt nú amerikanska Frælsisgudinnan dagar fram, meðan mytologiskar ímyndir liggja og lúra ymsastaðni. Og allastaðni er tað hasin eiggiligi, rundi kvinnukroppurin, sum dregur og tølir, so sjálvt slangan letur seg freista.
- Eg haldi, handan kvinnan hevur tikið syndafallið av ræði, sigur Rannvá eitt sindur loyndarfull.
Í øðrum myndum hevur okkurt heilt heimligt sníkt seg inn. Aftanfyri kvinnuna og út gjøgnum eitt vindeyga hómast knappliga Nólsoyggin. Áskoðarin ferð nokk ikki heilt skeivur, um hann gitir, at útsýnið er frá vindeyganum hjá Rannvá úti við Strond.
Og so er tað dukkan. Lítla fitta dukkan, sum goymir seg onkustaðni í øllum myndunum.
- Hatta er mín dukka. Hon má við, tí so eri eg eisini við. Soleiðis má tað vera, tí myndirnar eru bara eg, tá saman um kemur, sigur Rannvá Holm Mortensen.