Týsmorgunin var kendi amerikanski rapparin, 50 Cent, árendur av einum lastbili, meðan hann sat í bili sínum. Stoyturin var somikið ógvusligur, at bilurin mundi koppað á høvdið.
Aftaná óhappið varð 50 Cent fluttur á nærmasta sjúkrahús í New York. Hann bleiv fluttur á einari børu.
Síðani var 50 Cent til nógvar kanningar á sjúkrahúsinum. Kanningarnar løgdu fyrst og fremst dent á, hvussu illa nakkin og ryggurin vóru løstaðir.
Kanningarnar vístu góð úrslit, og tí er 50 Cent blivin útskrivaður úr sjúkrahúsinum. Sambært einum talsmanni hevur 50 Cent tað gott. Ongin stórur skaði kom burturúr óhappinum.
(Skrivað hevur Nele Heldarskarð)