Tað er Sigmund Olsen, sum stendur á odda fyri byggivirkseminum millum Horna. Fyrsta byggistig er í gongd. Teir eru nærum lidnir við lendisarbeiðið, og fara fyrsta dagin undir betongarbeiðið. Í fyrsta byggistigi skulu 35 íbúðir byggjast.
Í seinna byggistigi skulu eisini fleiri íbúðir byggjast. Sigmund Olsen sigur, at tað ikki heilt greitt enn, hvat endaliga talið av íbúðum kemur at vera, men helst verður talan um eini 15-20 íbúðir.
Tað merkir, at minst 50 íbúðir eru ávegis millum Horna, aftrat teimum 96 íbúðunum, sum verða bygdar undir Gráasteini.