50 ár síðani fyrstu Bowie útgávuna

Tann 5. juni í 1964 kom út single lagið Liza Jane við David Jones with The King Bees.

Tann 5. juni í 1964 kom út single lagið Liza Jane við David Jones with The King Bees.


The King Bees eri fanir í gloymabókina, men David Jones skifti navn og gjørdist heimskendur undir navninum David Bowie.


Liza Jane, ein øðrvísi útseting av gomlum standard lagi, setti avgjørt ikki sølumet. Bowie innspældi lagið saman við Leslie Conn, ið seinni flutti til Mallorca í nøkur ár. Har bleiv Conn uppringdur av mammu síni, ið var troytt av at hava bilhúsið fult av Liza Jane singlum, og tey samdust um at beina tær burtur.


Bowie hevur havt góða og stórfingna yrkisleið innan tónleikin hesi mongu ár, og enn tykist stjørnan ikki at vísa tekin um at vikna.