50 ár síðani fleingjan var so stór

Tað var eisini 9. mai, tá ið B36 í 1971 fór úr Klaksvík við 7-0 tapi

Hóast KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen og liðfelagarnir vóru undirmannaðir síðstu løtuna, so eydnaðist tað í dag at vinna størsta heimasigurin ímóti B36 í 50 ár

Tað skal leitast væl og leingi, áðrenn funnið verður fram til síðstu ferðina, tá ið B36 fór úr Klaksvík við so stórum tapi.

 

Fótbóltslagið í Klaksvík er í toppi. Hitastigini eru fá í høgættini, men í fótbóltinum sær væl út. Nú fyrsti triðingurin er av, hevur KÍ 25 stig, og tað eru fimm stig aftur til HB, sum er fremsti avbjóðarin. Úrtøkan hjá klaksvíkingum hevur ongantíð verið so stór fyrsta triðingin av kappingini, síðani landskappingin í 2005 varð víðkað úr 18 og upp í 27 umfør.

 

B36 hevur í mong ár trivist heilt væl í Klaksvík. Í hesi øldini hevur tað bara verið rárasta hending, at árstalsfelagið er farið úr Klaksvík við ongum, og sum oftast hevur úrtøkan verið full.

 

Síðsti trivaligi KÍ heimasigurin ímóti B36 var í 1991, tá ið tað fram ímóti kappingarenda eydnaðist klaksvíkingum at vinna 3-0 í rimmardysti.

 

Síðsta stóra B36 skrædlið í Klaksvík er 50 ár burtur. Sambært faroesoccer.com eru tað í dag 50 ár síðani, at KÍ vann 7-0 á heimavølli ímóti B36. Tá var tiltikna 66 liðið framvegis í toppinum. Fleiri Jacobsen spælarar vóru á liðnum, og tríggir teirra skoraðu tvey mál í part – Jóannes Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen og yngri beiggi hansara Eiler Jacobsen.

 

Hóast KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen og liðfelagarnir vóru undirmannaðir síðstu løtuna, so eydnaðist tað í dag at vinna størsta heimasigurin ímóti B36 í 50 ár