Í ár eru liðin 50 ár síðan Toyota Corolla fyrstu ferð kom á marknaðin í 1966. Frá at vera so gott sum ókendur gjørdist Corolla til heimsins mest selda bil.
Bilurin á myndini er fyrsta modellið av Corolla við 1,1 litra 4 syl. motori við 60 hk. Tað var skjótt, at Corolla var at síggja í ferðsluni á føroysku vegunum.
Fyri 10 árum síðan skiftu Corolla hatchback og stationcar her um okkara leiðir navn til Toyota Auris, meðan Corolla framvegis verður gjørdur til aðrar marknaðir.
Í 2013 rundaði Toyota Corolla 40 milliónir og gjørdist sostatt heimsins mest seldi bilur nakrantíð framman fyri VW-bobluna og Ford T.