50.000 føroyskar krónur til Suðurasia

- Í fyrstu atløgu verða 50.000 krónur sendar avstað, men vit fyrireika í løtuni innsavningartiltøk komandi dagarnar, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya. Hann heitir nú á føroyingar um at sýna samkenslu og veita stuðul

Eftir jarðskjálvtan í Indiska havinum hava heimsins stjórnir og hjálparfelagsskapir úr at gera við at senda neyðhjálp til Suðurasia og samskipa møguliga mest umfatandi akutta neyðhjálpararbeiði í søguni.

Innsavningartiltøk
Reyði Krossur Føroya útbúgvar seg nú eisini til at luttaka í neyðhjálpini. Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi, segði við Sosialin týsdagin fyrrapart, at nevndin er samd um, at 50.000 krónur verða sendar avstað longu mikudagin, og annars fyrireikar Reyði Krossur seg til umfatandi innsavningartiltøk komandi dagarnar. Eftir fund týskvøldið klokkan 20, har øll eru vælkomin, verður avgerð tikin um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at innsavna pening og aktivera føroyingar.
- Vit skulu á fundi týskvøld taka støðu til, hvussu vit effektivt kunnu luttaka í neyðhjálpini. Umframt tær 50.000 krónurnar verða onnur innsavningartiltøk helst sett í verk, men enn er ov tíðliga at siga, hvørji hesi tiltøk vera, og hvussu vit fara at útvega pening til neyðstøðuna, greiðir Suni Vinther frá.
Sambært honum eru fleiri hættir at fara til verka á. Eitt er at skipa fyri konsertum, men áheitanir á borgarar um at lata pening, uttan at nakað ítøkiligt tiltak verður fyriskipað, hevur sambært Suna Vinther eisini rigga væl. Men formaðurin váttar, at tiltøk eru á veg, og at fyrireikingar eru í gongd.
- So hóast vit ikki vita, hvat vit ítøkiligt fara at taka stig til, verða innsavningartiltøk komandi dagarnar sett í verk av Reyða Krossi Føroya, sigur Suni Vinther. Hann leggur afturat, at leiðslan í Reyða Krossi hevur tætt samband við danska Reyða Kross um gongdina, og tað er í samstarv við danir, at hjálp verður veitt í Suðurasia úr Føroyum.

Álit á politikarum
Fyri einum árum síðani var Iran fyri líknandi tilburði, og tá sendi Reyði Krossur Føroya í fyrstu atløgu 35.000 krónur avstað, og fyri stuttum vóru aðrar 75.000 sendar afturat. Stórur partur av hesum varð fíggjaður av føroyingum, sum vóru sinnaðir at lata gávur, og Suni Vinther vónar, at hugurin til hjálp framvegis er til staðar.
- Um allir føroyingar bert góvu eina krónu í part, høvdu vit kunnað sent aðrar 50.000 krónur avstað beinanvegin, so tað skal ikki serliga nógv til, áðrenn okkara hjálp kann gera mun, sigur Suni Vinther. Hann vónar samstundis, at tann eina milliónin, sum landsstýrið er sinnað at lata, hittir vælvild í fíggjarnevndini. Og tað væntar hann eisini.
- Sum heild eri eg glaður um, at politiski myndugleikin er sinnaður at luttaka, tá tílíkt er áfatt. Tað varð samtykt undir aðalorðaskiftinum í løgtinginum á sinni, at menningarhjálp verður ásett á fíggjarlógini, meðan eykajáttan skal veitast til bráðfeingis neyðhjálp, so eg vænti og vóni, at handa milliónin verður tøk skjótast gjørligt, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya.
Til ber at veita stuðul til vanlukkurakta øki í Suðurasia á postgiro 77011, og Reyði Krossur sigur seg hava tørv á ráðum og hjálp. øll eru sambært Suna vælkomin á fund týskvøldið klokkan 20.